Noreg megnaði einki at gera við trífaldu donsku heimsmeistararnar í EM-millumbólki 2 í Hamburg í kvøld.
Danmark vann greiðan 29-23 sigur á Noregi. Í fyrra hálvleiki avrikaðu danir framúr væl, og vóru á odda 18-11 í steðginum.
Emil Nielsen í danska málinum (myndin) bjargaði 40 prosent av norsku málroyndunum, og átti aftur stóran lut í danska sigrinum.
Nikolaj Jacobsen hevði heldur ikki Jóhan á Plógv Hansen við í hópinum í kvøld.
Danmark hevur átta stig og hevur vunnið millumbólk 2. Svøríki hevur seks stig og er staðfestur tveyari í bólkinum. Tað vera sostatt tvey norðurlendsk lið í hálvfinalunum.
Portugal og Slovenia hava fýra stig hvør, Noreg hevur tvey stig og Niðurlond eru aftast við ongum stigi.
Fyrr í dag vann Svøríki 40-33 (19-15) á Portugal, og Slovenia vann 37-34 (19-13) á Niðurlondum.
Danmark-Noreg 29-23 (18-11)
Danmark: Hans Lindberg 5, Mathias Gidsel 5, Simon Pytlick 5, Niclas Kirkeløkke 3, Magnus Saugstrup 3, Emil Jakobsen 2, Mads Mensah Jacobsen 2, Lukas Jørgensen 1, Mikkel Hansen 1, Simon Hald Jensen 1, Magnus Landin Jacobsen 1.
Noreg: Alexandre Blonz 5, Sander Sagosen 4, Kent Tønnesen 3, Tobias Grøndahl 3, Harald Reinkind 2, Kevin Gullaksen 1, Simen Lyse 1, Magnus Gullerud 1, Kristian Bjørnsen 1, Christian O'Sullivan 1, Sebastian Barthold 1.
23/1 klokkan 14.30: Niðurlond-Portugal
23/1 klokkan 17.00: Slovenia-Danmark
23/1 klokkan 19.30: Noreg-Svøríki










