Í dag verða tveir teir fyrstu dystirnir í EM endaspælinum í Póllandi og Ukraina. Fyrst tekur Pólland ímóti Grikkalandi, áðrenn Russland og Kekkia møtast í seinna dystinum.
Seinastu tíðina hevur EM 2012 endaspælið fylgt nógv í altjóða miðlinum. Í dag verða so fyrstu dystirnir. Á pólska tjóðarleikvøllinum tekur Pólland ímóti EM vinnaranum frá 2004, Grikkaland.
Pólland er onnur av vertstjóðunum og hevur tí bara spælt venjingardystir seinastu tvey árini. Tað hevur gingið eitt sindur misjavnt, men við Borussia Dortmund trioini - Robert Lewandowski, Jakub Blazczkowski og Lukasz Piszczek hevur Pólland tíggjar týskara meistarar, sum kunnu ger mun.
Grikkaland kom til endaspælið við at vinna bólk F frammanfyri Kroatia. Útgangsstøðið er verjukent og í tíggju dystum skoraðu grikkar bara 14 mál. Verjan er hinvegin sterk og bara fimm mál fóru ígjøgnum. Stjørnan er helst 35-ára gamli Giorgos Karagounis, sum eisini var við í 2004, tá Grikkaland púra óvæntað vann EM í Portugal.
Seinni dysturin í dag verður í Wroclaw har Russland og Kekkia møtast. Russland vann sín undankappingarbólk frammanfyri Írlandi. Russiska verjan er krútsterk og bara fýra mál fóru í gjøgnum í teimum tíggju dystinum.
Kekkia var um reppið at vinna EM 1996 í Onglandi og var í hálvfinaluni í 2004, men liðið í ár er ikki eins sterkt á pappírinum. Við Petr Cech í mál, Tomas Rocicky á miðvøllinum og Mian Baros í álonum hevur Kekkia eina rímuliga sterka linju gjøgnum keturnar, men tað er ivasamt um tað er nokk. Heldur Petr Cech fram við at spæla Superman í málinum, so hevur Kekkia ein møguleika fyri at koma víðari úr bólkinum.
EM 2012 Bólkur A:
Pólland Grikkaland 17.00
Russland Kekkia 19.45
1. Pólland
2. Russland
3. Grikkaland
4. Kekkia