EM blaðið kemur í dag

Í Sosialinum, sum kemur í hvørt hús í dag, er EM blaðið hjá Ítróttar Sosialinum við. Her ber til at lesa alt um EM endaspælið, ið byrjar fríggjadagin.

 

Í blaðnum ber til at lesa um øll 24 landsliðini, sum eru við til endaspælið. Har tú kanst lesa um vegin til EM, profilarnir á liðunum, venjararnir og ikki minst tippingin.

 

Somuleiðis er ein størri søga úr hvørjum bólki. Har kanst tú millum annað lesa um íslandsku uppskriftina, brøður, ið dystast fyri hvørt sítt landslið og um ein smædnan spælara á spanska landsliðnum, sum alíkavæl er millum teir bestu.

 

Í miðjuni í EM blaðnum finnur skránna fyri alt endaspælið, har tú kanst fylla út og fylgja við allan vegin til finaluna 10. juli.