EM av á hesum sinni

Luksemburg-Føroyar 3-0 (25-19, 25-12, 25-21)

Føroysku kvinnurnar vóru ongan tíð í nær námind kravda sigrinum móti Luksemburg.

Partvíst, so var Luksemburg uttan iva sterkasta liðið í kappingini, og við átta stigum av átta møguligum staðfestu tær eisini hetta ígjøgnum kappingina.

Men partvíst megnaðu okkara ongan tíð at gera seinastu uppgávuna hjá Luksemburg serliga trupla. Fyri tað nógva spældu okkara uttan neyðuga sjálvsálitið, og teknisku mistøkini vóru tí alt ov nógv í tali.

Snøgt sagt, so raktu okkara ongan tíð dagin, og tí komu tær ongan tíð av álvara í nær námind víðari luttøku í kappingini. Í so máta var tann møguleikin munandi størri í gjár, tá føroysku kvinnurnar tó taptu móti Liktenstein.

Liktenstein er annars vertur í næsta umfarinum, og tí komu tær undir øllum umstøðum víðari. Luksemburg vann hetta umfarið av EM-undankappingini framman fyri Skotland, og eru tey bæði liðini eisini í pottinum til næsta umfarið.