EM 2024: Eitt lítið áhugavert lutakast fyri Føroyar

Føroyska manslandsliðið fekk hvørki stjørnurnar ella seks lið í bólkin

Lutakastið til EM 2024 undankappingina hevur verið í Týsklandi í dag. Føroyar komu í bólk E saman við Póllandi, Kekkia, Albania og Moldova. Tað er ymiskt hvat hvør ynskir í einum slíkum lutakasti. Við útgangsstøði í dreymabólkinum hjá Viljormi Davidsen, so fekk føroyska landsliðið einki av sínum ynskjum uppfylt.

 

Tað koma hvørki heimsstjørnur ella grannar á vitjan, og vit komu í ein bólk við fimm londum, sum merkir at vit ikki koma at møta mótstøðu úr veikasta styrkisbólkinum. Einasta heimsstjørnan í bólkinum er Robert Lewandowski hjá Póllandi.

 

Tað er stutta av tí langa er nokk, at hetta var eitt tað ringast hugsandi lutakastið á fleiri økjum. Einki av hasum londunum er millum tey, ið javnan verða nevnd sum ynski mótstøða. Póllandi og Kekkia komu úr sterkastu styrkibólkinum. Har var ein møguleiki millum annað at fáa bæði Ongland og Italia, ella Frakland og Holland, ið øll hava fleiri spennandi heimsstjørnur.

 

Ein annar møguleiki var at raka Danmark eina ferð afturat. Har komu seks lið í bólkin og millum teirra vóru eisini Finnland og San Marino.

 

Her er lutakastið:

 

Bólkur A: Spania, Skotland, Noreg, Georgia, Kýpros

 

Bólkur B: Holland, Frakland, Írland, Grikkaland, Gibraltar

 

Bólkur C: Italia, Ongland, Ukraina, Norðurmakedónia, Malta

 

Bólkur D: Kroatia, Wales, Armenia, Turkaland, Litava

 

Bólkur E: Pólland, Kekkia, Albania, Føroyar, Moldova

 

Bólkur F: Belgia, Eysturríki, Svøríki, Aserbadjan, Estland

 

Bólkur G: Ungarn, Serbia, Montenegro, Bulgaria, Luksemborg, Litava

 

Bólkur H: Danmark, Finnland, Slovenia, Kasakstan, Norðurírland, San Marino

 

Bólkur I: Sveis, Ísrael, Rumenia, Kosovo, Hvítarussland, Andorra

 

Bólkur J: Portugal, Bosnia-Hersigovina, Ísland, Luksemborg, Slovakia, Liktinstein

 

Styrkisbólkur 1

 

Holland, Kroatia, Spania, Italia, Danmark, Portugal, Belgia, Ungarn, Sveis og Pólland

 

Styrkisbólkur 2

 

Frakland, Eysturríki, Kekkia, Ongland, Wales, Ísrael, Bosnia-Hersigovina, Serbia, Skotland og Finnland

 

Styrkisbólkur 3

 

Ukraina, Ísland, Noreg, Slovenia, Írland, Albania, Montenegro, Rumenia, Svøríki og Armenia

 

Styrkisbólkur 4

 

Georgia, Grikkaland, Turkaland, Kasakstan, Luksemborg, Aserbadjan, Kosovo, Bulgaria, Føroyar og Norðurmakedónia

 

Styrkisbólkur 5

 

Slovakia, Norðurírland, Kýpros, Hvítarussland, Litava, Gibraltar, Estland, Lettland, Moldova og Malta

 

Styrkisbólkur 6

 

Andorra, San Marino og Liktinstein

 

Dystaryvirlit / EURO 2024:

 

Dystur 1: 23. – 25. mars 2023

 

Dystur 2: 26. – 28. mars 2023

 

Dystur 3: 16. – 17. juni 2023

 

Dystur 4: 19. – 20. juni 2023

 

Dystur 5: 7. – 9. september 2023

 

Dystur 6: 10. – 12. september 2023

 

Dystur 7: 12. – 14. oktober 2023

 

Dystur 8: 15. – 17. oktober 2023

 

Dystur 9: 16. – 18. november 2023

 

Dystur 10: 19. – 21. november 2023

 

EM-endaspælið verður í Týsklandi frá 14. juni til 14. juli 2024.