Lutakastið til EM 2020 endaspælið hevur verið í dag. Tað eru seks bólkar við fýra liðnum. Nummar og tvey í hvørjum bólki sleppa víðar saman við fýra teimum bestu 3’arunum.
Tað mangla framvegis fýra lond at vinna seg til EM-endaspælið, sum verður kring alt Evropa hesaferð. Tí er hetta lutakastið ikki endaligt, og tað blívur ikki minni fløkjasligt av, at onkur átekning er eisini í lutakastinum.
Bólkur A:
Turkaland
Italia
Wales
Sveis
Bólkur B:
Danmark
Finnland
Belgia
Russland
Bólkur C:
Holland
Ukreina
Eysturríki
Georgia, Hvítarussland, Norðurmakedonia ella Kosovo
Bólkur D:
Ongland
Kroatia
Skotland, Ísrael, Norra ella Serbia
Kekkia
Bólkur E:
Spania
Svøríki
Pólland
Bosnia-Hersogovina, Írland, Norðurírland ella Slovakia
Bólkur F:
Týskland
Frakland
Portugal
Ísland, Rumenia, Bulgaria ella Ungarn
*Vinnur Rumenia, so koma teir í bólk C, tí Bukarest er vertsbýur fyri tí bólkinum











