EM 2016 í Fraklandi

Tað vóru annars Frakland, Italia og Turkaland, sum vóru eftir at kappast um henda heiðurin, men tá Italia hósdagin ikki varð valt víðari til seinasta umfarið, stóð stríðið millum Frakland og Turkaland.

 

13 atkvøður skuldu gera av, hvør sleppur at standa á odda fyri EM-kappingini í 2016, og við 7 atkvøðum móti 6 fall valið altso á Frakland sum vertstjóð fyri evropameistarakappingini í fótbólti í 2016.