Í kvøld verður avgjørt um Cristiano Ronaldo saman við sínum portugisisku landsmonnum sleppur at luttaka í EM endaspælinum í summar. Írland, Tjekkia og Kroatia hava góð kort á hondini.
Tað tykist næstan óhugsandi, at eitt lið við Cristiano Ronaldo og Nani á hvør sínum vongi ikki megnar at vinna seg til EM endaspælið. Portugal fær í kvøld vitjan av Bosnia Hersogovina, sum somuleiðis stríðist fyri at sleppa til EM endaspælið í Póllandi og Ukreina.
Fyrri dysturin millum londini í Bosnia Hersogovina endaði við málleysum javnleiki. Portugisar við Cristiano Ronaldo á odda gramdu seg óført um vallar viðurskiftini, sum teimum einki dámdi. Ein eplavelta vildi onkur av teimum verða við.
Í kvøld fáa teir so møguleikan at avgera EM lagnuna á heimavølli. Skorar Bosnia Hersogovina, við Manchester City framherjanum Edin Dzeko á odda, so skal Portugal vinna dystin fyri at koma víðari samanlagt.
Í hinum trimum dystinum hevur annað liðið sera góð kort á hondini. Írland vann heili 4-0 í Estlandi, sum fekk tveir mans útvístar. Kroatia vann eitt sindur óvæntað 3-0 í Turklandi og má eins og Írland hava væl meiri enn annað beini í EM endaspælinum.
Tað gekk strilti hjá Tjekkia at niðurbróta Montenegro í fyrra dystinum, men kom við málið í evstu løtu upp á 2-0. Tjekkia er helst eisini stórur favorittur at koma víðari, men skorar Montenegro fyrst í dystinum, so kann tað gerast spennandi.
Dystirnir í kvøld:
Írland (4) (2) Estland (19:45)
Montenegro (0) (2) Tjekkia (19:15)
Portugal (0) (0) Bosnia Hersogovina (kl 21:00)
Kroatia (3) (0) Turkaland (19:05)