Elvis Presley aftur á pall

Mánadagin trína Elvis Presley og tónleikarar aftur á pall. Hann er so at siga vaktur aftur til lívs og tað er við nútímans tøknifrøði.

Okkara Kjell Elvis ætlar sær tá at síggja fyrimynd sína "live" í Oslo

Tann longu í Føroyum heimskendi Kjell Elvis væntar mánadagin at fáa eitt tað størsta upplivilsi nakrantíð.

Tá ætlar hann sær til Oslo á Elvis konsert. Og tá er talan um tann veruliga rockkongin. Hann, sum doyði í 1977.

Kjell Elvis, tann norski og hálv føroyski, ætlar sær tá til Oslo at uppliva rockkongin. Tá verða hópin av teimum, ið leiktu við Elvis á palli umframt orkestur hansara.

Hjálpt av digitalari tøknifrøði er gjørligt at nýta livandi mundir av Elvis á stór lørifti. Á henda hátt virkar alt, sum var tað afturi í bestu døgum hansara, tá hann vendir sær á pallinum og vil hava eina guitarsolo frá gamla guitarleikara sínum, sum jú er har og spælir sína solo.

Eisini ljóðið verður við nútímans góðsku. Á filmunum við Elvis hava tey tikið burt alt, uttan røddina, og so leika tónleikarar "live".


Kjell Elvis við

Kjell Elvis skal skal leika Elvis, koma á staðið í stórum bili og fjølmiðlar fylgja honum.

Hann er sera glaður fyri, at hann fær henda møguleika. Eisini fær hann nógva og góða umtalu av hesum tiltakinum, sjálvt um hann sum so einki hevur við konsertina at gera.

Í Mars vitjar Kjelvis aftur í Føroyum og skal hann tá runt í Føroyum at spæla og tað gleðir hann seg til, sigur Kjell Elvis, sum júst hevur havt eina konsert í Føroyum og annars hevur vitjað familju og prátað við fjølmiðlar og konsertfyrireikarar.