Rock-kongurin Elvis Presley hevði fylt 90 ár í dag, um hann enn var á lívi.
Elvis andaðist 16. august í 1977, berst 42 ára gamal.
Hann fekk stóran týdning, tá rocktónleikurin tók seg upp í fimtiárunum. Hann hevði røddina, karisma, og ikki minst dugdi hann væl á palli, og útsjóndina hevði hann við sær. Hann stóð á odda øll tey fyrstu árini, ið rockurin kom í verðina, og hetta broyttist ikki, vilja tey flestu semjast um, fyrr enn The Beatles fyrst ella miðskeiðis í sekstiárunum settu seg á heimsins tónleikatindar.
John Lennon úr Beatles segði einaferð, at “áðrenn Elvis var onki, og hevði Elvis ikki verið, var heldur onki Beatles”.
Elvis sá dagsins ljós 8. Januar í 1935 í fátøkum arbeiðaraheimi í Tupelo í Mississipi. Tvíburabeiggin, Jesse, var deyðføddur. Elvis vaks upp einabarn.
Sum 13 ára gamal flutti Elvis við foreldrum sínum til Memphis.
Í 1967 giftist hann Priscillu,og í 1968 fingu tey eina dóttur, Lisa Maria. Elvis og Priscilla fóru hvør til sítt í 1977.
##med2##
##med3##