Elvir til órógv og undran

Støðan hjá giktalæknanum á Landssjúkrahúsinum endar nú í løgtinginum

 

Tað sum fer fram á Landssjúkrahúsinum vekir bæði undran og ørkymlan

 

Tað staðfestir Rigmor Dam, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin.

 

Einasti serlækni í Føroyum í gikt hevur sagt seg úr starvið og samstundis kom fram í Kringvarpinum, at læknarnir høvdu fingið boð frá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum um at tálma nýtsluna av dýrum heilivági til sjúklingar við gikt, sjúklingar við krabbameini og øðrum sjúkum.

 

Nú hevur Rigmor reist spurningin um giktalæknan, og nýtsluna av heilivági, í Løgtinginum.

 

Hon vil nevniliga hava Karsten Hansen, landsstýrismann í heilsumálum at greiða løgtinginum frá, hvat hann ætlar at gera við støðuna og hvussu hann ætlar at tryggja sjúklingum við gikt nøktandi viðgerð, tá ið giktalæknin er farin á nýggjárinum.

 

Í hesum sambandi vil hon hava at vita, nær ein annars serlækni verður settur, ella hvussu nógvir verða settir.

 

Rigmor Dam vísir á, at fyri einum mánað síðani greiddi Karsten Hansen tinginum frá, at hann arbeiddi við málinum um serlækna í gikt.

 

Og nú ein góður mánaði er eftir til læknin fer, vil hon hava at vita, hvussu gongst.

 

Tingkvinnan vísir á, at hetta hevur stóran týdning fyr nógv fólk, tí tað eru eini 1500 fólk, sum hava gikt, umframt sjúklingar við øðrum sjúkum.

 

Hon vil eisini hava at vita, hví nýtslan av heilivági skuldi tálmast og um landsstýrismaðurin visti av, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevði givið boð um tað.

 

Rigmor Dam staðfestir, at landsstýrismaðurin eigur sjálvandi at halda eitt vakið eiga við øllum útreiðslum og heilivágur er ein av útreiðslunum.

 

- Men tað vekir bæði undran og ørkymlan, tá tað frættist, at landsstýrismaðurin og fyrisitingin leggur seg út í læknafakligu viðgerðina á Landssjúkrahúsinum, sigur hon.