Á bygdaráðsfundi í Sørvági hin 28. november varð samtykt at geva byggiloyvi til víðkan av elverkinum í Mykinesi. Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmæli hjá teknisku nevnd í Sørvágs kommunu.
Esbern í Eyðansstovu, sum hevur um hendi elverkið í Mykinesi fyri SEV, sigur, at talan er ikki um nakra stóra útbygging.
- Vit fara at byggja umleið hálvan triðja metur upp í verkið, sum er einar seks metrar breitt. Talan er eftirlitsrúm til dagføring av elverkinum. Verkið skal automatiserast eitt sindur við el-talvum og øðrum.
Hann vísir á, at tríggir motorar eru á elverkinum í Mykinesi.
- Sum oftast er bara hin eini motorurin í gongd, men um summarið, tá fólk leita sær út í bygdina at halda frí, eru gjarna tveir motorar í gongd í senn.
Esbern í Eyðansstovu sigur, at verkið í Mykinesi brennur millum 50 og 60 tons av olju um árið, og tað er Dragaberg, sum kemur við oljuni, ið verður pumpað niðan í tangarnar á verkinum.
Í Mykinesi býr fólk í fimm sethúsum, og talið av fastbúgvandi liggur um 9-10. Annars eru eini 40 hús í Mykinesi, og miðskeiðis um summarið er fólk í teimum flestu.
Í Mykinesi er ein skúlanæmingur. Tað er Ronja í Eyðansstovu, sum er 11 ára gomul. Onkra viku um veturin gongur hon í skúla í Sørvági.
Mykines fekk ikki streym fyrr enn í august í 1968, og soleiðis var bygdin millum tær seinastu í Føroyum, sum fingu streym.