Elva fann fløskupost úr Kvívík

Tað er langur vegur úr Kvívík til Djúpavog í Íslandi. Trý ár tók tað hjá einum fløskuposti at fara hesa longu leiðina.

Ein summardag í 2004 høvdu teir yngstu næmingarnir í Kvívíkar skúla sett sær eitt fyri.
Tey høvdu skrivað tekstin til ein fløskupost, og týsdagin 15. juni var dagurin komin at fløskan skuldi tveitast á sjógv.
Saman við lærara teirra høvdu tey lagt eitt bræv í fløskuna, sum greiddi frá hvaðani hann varð sendur og hvat finnarin skuldi gera við hann.
Leingi gingu tey spent og bíðaðu eftir at okkurt skuldi hoyrast aftur frá honum. Onkur kanska misti vónina um at hann nakrantíð fór at koma aftur í aftur.
Men næstseinasta fríggjadag komu boð úr Íslandi, at tann 44 ára gamla Elva Sigurðardóttir í Djúpavogi hevði funnið fløskupostin.
Sama dag sendi hon bræv til skúlan í Kvívík um fundin. Við brævinum lá góðgæti til allar næmingarnar.

Bræv og góðgæti
Tað vóru 1. og 2. flokkur í Kvívíkar skúla sum tveittu henda fløskupostin út í heimbygdini henda junidagin í 2004.
Í fløskuni høvdu tey lagt eitt bræv, har tey við fáum orðum greiddu frá heimbygdini.
- Tað hevði verið stuttligt at frætt frá tykkum sum finna henda fløskupostin, skrivaðu næmingarnir tá.
Tey heittu á finnaran um at siga nøkur fá orð um hvat tey búðu og hvar tey funnu hann. Og tað gjørdi Elva í Djúpavogi so sanniliga.
Hon skrivar í brævinum, at hon er ein 44 ára gomul húsmóðir, sum hevur mann og trý børn. Í bygdini búgva um 400 fólk.
Tað serstaka við Elvu er, at hon hevur verið ikki færri enn tríggjar ferðir í Føroyum, tí hon hevur familju her. Talan er um Andreasen-ættina á Norðskála.
- Tað var stuttligt at finna henda fløskupostin. Eg sendi tykkum nakað av góðgæti við.
- Má tað ganga tykkum væl í framtíðini, endar Elva Sigurðardóttir brævið.
Óhugsandi er ikki, at Elva møguliga fer at vitja í Kvívík næstu ferð hon kemur til Føroyar.