Ein ungur maður varð seinastu nátt handtikin í Havn fyri at hava koyrt ávirkaður og við ongum koyrikorti Beint eftir midnátt ringdi onkur til politiið í Havn og boðaði frá, at tveir ungir menn høvdu sett seg í ein bil og fóru avstað við honum.
Fráboðarin visti, at teir ungu menninir ikki áttu bilin. Hann elti menninar út gjøgnum Havnardal, og tað sama gjørdi politiið.
Tað eydnaðist politinum at steðga bilinum, og politinum gjørdist greitt, at bilførarin var ávirkaður. Haraftrat hevði hann einki koyrikort.
Hin slapp, tí hann segði seg ikki vita, at hin ikki kundi koyra.









