Løgreglan í Vágunum tók sunnukvøldið ein 20 ára gamlan drong á eini motorsúkklu. Løgreglan fekk samband við drongin á súkkluni millum Vatnsoyrar og Miðvág, men førarin vildi ikki steðga, tá hann fekk boð um tað.
Løgreglan elti tí súkkluna og steðgaði henni í Miðvági. Løgreglan steðgaði súkkluni, av tí at hon var broytt soleiðis, at hon kundi koyra skjótari enn upprunaliga ætlað. Upplýst verður, at ein slík súkkla kann koyra upp til 100 kilometrar um tíman. Drongurin varð ikki handtikin, tí lógarbrotið var ikki nóg álvarsamt, men hann er skuldsettur fyri brot á ferðslulógina.










