Elton John skrivar bók um Aids

Elton John fer nú undir sína fyrstu bók nakrantíð, og skal hon snúgva seg um Aids, og um tey kendu fólkini, sum eru deyð av tí.

 

Poppsangarni Elton John hevur nú undirskrivað ein sáttmála við Hodder & Stoughton, har hann skal skriva eina bók um sínar hugsanir um sjúkuna, sum nú hevur kravt yvir 60 milliónir lív.

 

Heitið á bókini verður “Love is the Cure: Ending the Global Aids Epedemic”, og tann samkyndi sangarin ætlar at skriva um sínar kenslur, tá ið fleiri av hansara vinfólkum lótu lív til sjúkuna. Eitt nú sangarin í Queen, Freddie Mercury.

 

- Hetta er ein sjúka, sum skal lekjast. Hon skal lekjast við at broyta hjørtu og sálir, og við at saman bróta tann sosiala múrin, og byggja eina brúgv av samkenslu, sigur Elton John við útlendskar miðlar.

 

Allur peningurin, sum kemur inn av søluni av bókini, fer í Aids grunnin hjá Elton John.

 

Tað eru framvegis 34 milliónir, sum eru smittaði við Hiv/Aids, og hvørja ferð tvey fólk byrja sína viðgerð, eru tað fimm onnur, sum blíva smittaði við Hiv, siga hagtølini.

 

Hetta veit eb.dk í dag.