Elton John seinkar Smyrli

Tá Elton John fer at hava konsert á Tórsvølli týskvøldið 29. juni, verður nógv lagt fyri í samfelagnum. Sjálvt Smyril fer at bíða, til Sir Elton John er liðugur at spæla. Strandfaraskip Landsins boða nú frá, at í samband við konsertina hjá Elton John, broytir Smyril fráferð úr Havnini, soleiðis at eisini suðuroyingar fáa møguleika at hoyra heimskenda tónleikaran.

Smyril fer hetta kvøldið av Havnini klokkan 21.30 ístaðin fyri klokkan 18.30, sum vanligt er.