Elton John: »Jesus var bøssi«

Elton John argar. Tað hava vit sæð dømi um í Føroyum seinastu vikurnar. Men Immi Dam er ikki einsamallur. Bara seinasta hálva árið er Elton John forðaður at koma til Egyptaland og fordømdur í Marokko.

Elton John hevur sitið 40 ár á popptrónuni. Hann er multimiljarderur og er maðurin handan mest seljandi stakfløguna nakrantíð. Men sjálvt ikki tað kann forða fyri at víðgangdir trúðarbólkar - bæði muslimskir og kristnir - síggja reytt tá navnið Elton John verður nevnt.

Tey, ið hava gott minni, minnast kanska kjakið, ið var tá Elton skuldi syngja til jarðarferðina hjá Dianu prinsessu í august 1997. Nógv hildu, at tað var forferdiligt, at ein homoseksuellur maður skuldi inn í kirkjuna at syngja, ið nærveru hjá drotningini. Men fólkið slapp at ráða, og sangurin »Englands rose« var spældur í kirkjuni.

Í februar í ár eydnaðist tað aftur Elton John at arga. Hann segði í eini samrøðu við amerikanska blaðið Parade at »Jesus var ein kensluborin, intelligentur, homoseksuellur maður«. Úttalilsið varð endurgivið í bløðum um allan heimin, og nógvir kristnir leiðarar fordømdu Elton John. Elton sjálvur var illur inn á blaðið og segði, at úttalilsið var tikið úr sínum samanhangi. Hann segði eisini, at Jesus skilti fólk, sum høvdu tað torført og var kærleiksfullur. At hann fyrigav á krossinum, og at Elton John skilur ikki, hvar allur óndskapur í heiminum kemur frá.

Men úttalilsið um, at Jesus skuldi vera bøssi, vísti seg at fáa avleiðingar. Tá Elton John fyrr í vár skuldi hava eina konsert í Egyptalandi, varð hon avlýst vegna úttalilsið. Hóast at flestu fólk í Egyptalandi eru muslimar, er Jesus ein týdningarmikil profetur í teirra trúgv.

Konsertin í grannalandinum Marocco var tó gjøgnumførd, men nógv vóru kritiskt til at lata Elton John framføra.

Eftir konsertina og kjakið um úttalilsið, kom Elton John við einum tíðindaskrivi, har hann millum annað sigur: »Eg havi altíð trúð, at tónleikur er ein heimur fyri seg, skildur frá politikki, trúgv og ávirkan av øðrum slagi! Eg havi mangan haft konsertir á avbjóðandi støðum, sum Sovjet, Norðurírlandi í 1970-unum, Ìsrael í 1990-unum, og sum nú í Marokko.... Tónleikur er og fer altíð at vera eitt altjóða mál, uttan avmarkingar. Tónleikur gevur íblástur til einigheit og byggir brýr millum fólk. Eg fari at halda á fram at spæla til konsertir alla staðni í heiminum, har eg kann stuðla undir hesa einigheit.«


Fakta Elton John

Føddur: 25. mars 1947

Navn: (Reginald Kenneth Dwight) Elton John

Familja: maðurin David Furnish

Bakgrund: Føddur í Onglandi. Tá hann var 11 ár, fekk hann eitt stipendium, ið loyvdi honum at byrja á Royal Academy of Music í London. Síðst í 1960-unum hitti hann Bernie Taupin, ið hann enn skrivar allan tónleik saman við. Bernie skrivar tekstin og Elton John ger tónleikin. Fyrsta fløgan hjá teimum var »Empty Sky«, ið kom út 1969.

Heiður: 1998 gjørdi drotning Elizabeth Elton John til Sir Elton John