Sangarin Sir Elton John er útskrivaður frá sjúkrahúsi í London, eftir at hava verið sjúkur av influensu, sigur ein umboðsmaður hjá stjørnuni. Gary Farrow sigur, at tann 62 ára gamla stjørnan nú er komin heim, og er blivin frískur aftur.
Men kortini hevur Elton John útsett nakrar framførslur, sum skuldi verða komandi vikurnar.
Gary Follow sigur, at Elton John verður aftur at síggja á pallinum saman við Billy Joel í Kalifornia 14. November.
Sir Elton John og Billy Joel hava framført saman í teirra sokallaða Face 2 Face rundferð, har teir hava framført kring Amerika í summar. Og Billy Joel varð eisini noyddur at útseta nakrar framførslur, tá hann gjørdist sjúkur í juli mánaði.
Eftir, at hann gjørdist sjúkur fyri tveimum vikum síðani, varð Elton John noyddur at útseta tríggjar framførslur við Billy Joel í Amerika.
Sambært BBC.










