Elton ger sangleik um sítt egna lív

Sir Elton John er farin undir at gera ein heldur annarleiðis sangleik um lívið hjá sær. Sjálvur sigur hann, at hetta als ikki verður ein vanligur sangleikur, soleiðis sum vit kenna tað, tí lív hansara hevur verið alt annað enn vanligt:

 

-Eg fari at greiða frá mínum lívi á ein surrealistiskan hátt, soleiðis at tað ikki bara verður fakta um meg. Eg ímyndi mær, at sangleikurin verður í nøkunlundað sama stíli sum Moulin Rouge. Tað einasta tað ikki skal verða, er ein vanlig vangamynd av mær, tí mítt lív hevur ongantíð verið vanligt, sigur Sir Elton John, sum longu hevur gjørt sær ein lista yvir tey mannfólkini, ið hann kundi hugsað sær at sæð í leiklutinum sum hann sjálvur. Ovastur á listanum er Justin Timberlake.

 

- Justin er numar eitt á mínum lista, tí hann hevur áður spælt at vera eg í sjónbandalagnum til Rocket Man, og tað kláraði hann framúr væl, sigur Sir Elton John.

 

Justin Timberlake, sum í løtuni heldur steðg frá tónleikinum og ístaðin spælir við í ymsum filmum, kundi eisini verið eitt gott boð til leiklutin sum Sir Elton John í sangleikinum. Einki er tó alment kunngjørt um sangleikin og leikararnar.

 

- Okkurt kemur út í fjølmiðlarnar um ikki so langa tíð, og eg eri sera spentur, ljóðar tað frá Sir Elton John.