B68 og Víkingur renna í hesum døgum aftaná oddanum. Toftamenn hava verið stórspælandi seinastu 12 vikurnar, og Víkingur hevur vunnið væntaðu stigini. Men tað er framvegis ikki nógmikið at hótta HB, sum hevur sjey stig niður til nærmasta kappingarneytan.
Dysturin í morgin verður hin fyrsti, síðan 18 ára gamli Jóan Símun Edmundsson fekk landsliðsboð á fyrsta sinni. Tað verður trýst á framherjanum, tá áskoðararnir helst fara fylgja væl við hansara avriki.
Edmundsson er ein av orsøkunum til, at Ahmed Keita hevur staðið seg væl higartil. Toftamaðurin hevur lagt upp til helmingin – um ikki fleiri – av málunum hjá senegalesiska framherjanum. Tað er serliga teimum báðum, sum Víkingarnir skulu hava eygað við.
Bæði Edmundsson og Keita eru sera skjótir á fyrstu metrunum, og ræðast ikki at bjóða av. Tað kann verða ein trupulleiki hjá stóru og tungu Niclas Niclasen og Atla Gregersen, sum helst manna miðverjuna hjá Víkingi.
Olsen aftur á Toftum
Jógvan Martin Olsen vitjar í morgin aftur á Toftum. Hesaferð sum venjari hjá Víkingi. Hann hevur frálík úrslit at vísa á bæði í Runavík og Gøtu, og í morgin er ætlanin at lyfta liðið nærri oddaplássinum.
Nýklæktu steypavinnararnir vunnið um vikuskiftið lítið sannførandi á heimavølli móti AB. Súni Olsen og Andreas Lava Olsen vóru báðir útskiftir miðskeiðis í seinna hálvleiki, so teir fáa hvíld undan dystinum í morgin. Tríggir dystir eftir sjey døgum er strævið, og spurningurin er, hvørja ávirkan tað hevur á víkingarnar í morgin.
MYNDATEKSTUR: B68 hevur verið stórspælandi seinastu tíðina. Toftamenn hava ikki tapt í seinastu 12 dystunum, og í morgin bíðar Víkingur teimum