Eftir vónbrotið á heimavølli fyri viku síðani hildu klaksvíkingar, at teirra leiklutur í FM-stríðnum var av. Ein, sum tó ikki var samdur í hesum, var venjarin, Tony Paris, og eftir sigurin sunnudagin staðfesti hann, at hann framvegis trýr upp á møguleikan.
- Avrikini hjá okkum hava sveiggjað nógv. Seinastu viku tóku vit ikki av, tá vit høvdu møguleikan, men tað gjørdu vit í dag.
- Og eg eri eisini nøgdur við dystin. Vit løgdu okkum eftir at gera vøllin stóran, samstundis sum vit vildu forða kantunum hjá B36 at koma fram. Og sjálvur haldi eg, at vit í dag raktu »spot on« í so máta.
Tað hevur verið nógv tosað um FM-møguleikan hjá tykkum. Heldur tú enn, at tit hava ein møguleika?
- Sjálvandi. Tá tú spælir, so spælir tú fyri at vinna. Í dag sást tú, at KÍ vildi vinna, og tann viljin verður verandi, so leingi eg standi við stýrisvølin. Sjálvandi vita vit, at tað verður trupult, men vit ætla so at royna eftir okkara møguleika til tað allar seinasta, staðfesti Tony Paris.