Elsuba Iversen 60 ár

60 ár. Elsuba er ættað úr Havn, dóttir Johannes Samuelsen (Hannis í Horni) og Petru, fødd Gregersen, úr Syðrugøtu.
Petra og Hannis fingu fýra børn: Heðin, Sigrun, Elsuba og Hjørdis.
Elsuba giftist til Kvívíkar við Tummas Iversen, sum var sonur Hansinu og Hanus í Kollinum. Elsuba og Tummas fingu børnini Hans, sum býr í Noregi, Petru, sum býr í Kvívík, og Høgna, sum lesur uttanlands.
Tummas varð ikki gamal maður. Hann doyði longu á jólum í 1976, og Elsuba varð einkja bert 33 ára gomul.
Í 1985 fór Elsuba at arbeiða í Norðurlandahúsinum, men við síðuna av hevði hon handilin, sum Hanus í Kollinum hevði havt í Kvívík. Hon hevði handilin, til dóttirin Petra tók yvir. Elsuba eigur trý ommubørn.
Mong munna annars kenna Elsubu frá hennara stóra áhuga fyri sangi, tí hon hevur sungið í kóri í mong Harrans ár.
Nú Elsuba rundaði tey seksti arbeiðir hon framvegis í Norðurlandahúsinum og koyrir hvønn dag til Havnar og norður aftur til Kvívíkar, tá arbeiðsdagur er lokin.