Legendariski miðvallarin hjá Kamerun, Roger Milla, var 42 ára gamal, tá hann í 1994 spældi í HM endaspælinum í USA. Í gjár tók málverjin hjá Kolumbia, Faryd Mondragon, metið sum elsti spælarin í einum HM endaspæli, tá hann bleiv innskiftur í dystinum móti Japan.
Faryd Mondragon er 43 ára og 3 dagar gamal. Hann er ikki fyrsta val hjá Kolumbia, men í gjár bleiv hann skiftur inn seinastu minuttirnar, og bleiv harvið elsti spælarin at koma á vøllin í einum HM endaspæli.
Faryd Mondragon var fyrstu ferð við í júst 1994, tá Kolumbia hevði eitt framúr landslið, sum tó ikki mátti heim við ongum. Fýra ár seinni, í Fraklandi í 1998, var Faryd Mondragon fyrsta væl hjá Kolumbia.
Síðani tá hevur Kolumbia ikki verið við í einum HM endaspælið. Fyri tveimum árum síðani ætlaði málverjin at gevast, men Jose Perkerman, argentinski landsliðsvenjarin hjá Kolumbia, sannførdi málverjan um at halda fram.
Í gjár gav hann so 43 ára gamla málverjanum eina ótrúliga gávu, tá hann skifti veteranin inn seinastu fimm minuttirnar. Kolumbia var tá á odda 4-1 móti Japan. Hóast hann er gamal, so hevði hann onkra frálíka bjarging.
Kolumbia bleiv nummar eitt í bólkinum og skal møta Uruguay í áttandadeilsfinaluni.










