Eftir summarsteðgin í fjør varð komið eftir, at soppur møguliga var í elsta partinum av skúlanum á Ziskatrøð. Tá hetta seinni varð staðfest, ynskti skúlans leiðsla og skúlastyrið, at hesin partur av skúlanum varð tikin niður.
Samráðingar vóru við býráðið um hetta, og neyðugur peningur varð settur av til endamálið.
P/F Norðhús, sum stendur fyri niðurtøkuni, valdi at bíða við hesum arbeiði til summarsteðgin. Nú eru vindeygu, hitarør og aðrar instalatiónir tiknar úr, og síðani verður timbur og loft tikin niður, so bert betong stendur eftir at taka niður.
Niðurtøka, burturbeining og afturgerð av lendi er ætlað at verða liðugt fyri skúlabyrjan í august í ár.
Jógvan Skorheim, virkandi borgarstjóri, sum hevur verið á staðnum í dag og fingið eina kunning um arbeiðið, fegnast um, at hesin parturin av skúlanum nú verður tikin niður. Hetta tí, at hesin parturin ikki er í tíðarhóskandi standi.
Ætlanin er at byggjan nýggjan skúla, og verður farið undir at skipa hetta arbeiðið eftir summarsteðgin, sigur virkandi borgarstjórin, Jógvan Skorheim.
Á høvuðsmyndini eru tað Jógvan Skorheim, varaborgarstjóri, saman við Hjalta Josephsen, stjóra í P/F Norðhús, sum stendur fyri niðurtøkuni av elsta partinum av skúlanum á Ziskatrøð.
Orð & myndir: Dávur Winther