Í dag, fríggjadagin 23. februar 2007, fyllir Jóhannes Tauser í Helsingør 105 ár.
Johannes, ið er elsti føroyingur, er eiðismaður sum hevur búð í Helsingør síðan 1959.
Umframt at Jóhannes Tauser er elsti føroyingur, er hann eisini elsta føroyska mannfólk, nakar veit um at siga. Næsta ár eru 40 ár liðin síðan hann varð pensinoneraður.
Hóast Johannes Tauser er vorðin 105 ára gamal, býr hann framvegis í egnari íbúð í Helsingør. Hann varð borðin í heim á Eiði tann 23. februar 1902. Frá smádreingi av hevði Jóhannes hug til sjógvin og til fiskiskap, og fór hann tí ungur til skips.
Hann hevur verið giftur tvær ferðir, og báðar konurnar eru deyðar. Fyrru ferð við Alexandru, sum var ættað av Skála. Tey búsettust í Havn. Alexandra andaðist í 1942.
Seinni giftist Jóhannes upp aftur við Elin, f. Nielsen, úr Heiðunum. Í 1959 flutti familjan til Danmarkar og búsettust í Helsingør. Johannes hevur verið pensionistur, síðan hann var 67 ára gamal.
Fyri at halda seg sjálvan í gongd bakar hann síni egnu breyð, umframt at hann eisini ger knettir og rippar húkar. Hann hevur verið virkin í Frelsunarherinum, bæði í Havn og í Helsingør. Elin andaðist 4. oktober 1998, 89 ára gomul.
Johannes fylgir væl við í øllum sum fyriferst, og dámar honum væl at hyggja eftir fótbólti í sjónvarpinum, bæði evropeiskum og altjóða fótbólti, eins og boksing og glíming. Eisini hyggur hann nógv eftir djórafilmum. Sum ungur var spældi hann fótbólt í EB (Eiðis Bóltfelag).
Føðingardagurin verður hildin sunnudagin 25. februar í heiminum. Adressan er: Johannes Tauser, Sydvej 6, 1 t.v., DK-3000 Helsingør. Tel. 0045 49253135