Elsti danin deyður

Elsta fólk í Danmark, Karin Elly Hansen, er deyð 109 ár og fýra mánmaðir gomul.

Karin Elly Hansen, sum búði í egnari íbúð í Gentofte norðan fyri Keypmannahavn, var ættað úr Brønshøj. Hon var gift og átti tvey børn.

Tá hon herfyri bleiv spurd um orsøkina til, at hon hevði livað so leingi, svaraði hon, at tað mundi vera av tilvild.

Hagtølini vísa, at støðugt fleiri danir fara upp um tey 100 árini. Tann 1. januar í ár vóru 889 danir, sum vóru 100 ár ella meiri. Harafturímóti er tað sjáldsamt, at nakar røkkur teimum 110, skrivar DR.