Elsti persónur í Onglandi, Joan Hocquard, er deyð, 112 ára gomul.
Joan Hocquard varð fødd 29. mars í 1908 - á sama degi sum Bob Weighton, sum var heimsins elsti maður, til hann andaðist í mei.
BBC skrivar, at Hocquard andaðist heima hjá sær sjálvari í Dorset leygardagin.
Joan Hocquard var ein part av uppvøkstrinum í Kenya, har pápi hennara var kolonialherovasti. Seinni fór hon á kostskúla í Sussex, áðrenn hon flutti til Geneve, har hon starvaðist sum kokkur á einum gistingarhúsi.
Undir krígnum koyrdi Hocquard sjúkrabil í London, og eftir kríggið flutti hon til suðurstrondina, har hon gjørdist íðin siglari.
Joan Hocquard giftist við Hilbert Hocquard, og tá hann doyði í 1981, flutti hon til Liliput nærhendis Poole.











