Elsta fólk í heiminum, japanski maðurin, Jiroemon Kimura, er deyður, 116 ára gamal.
Hetta er tað elsta, prógv eru fyri, at nakar er blivin, skriva BBC og aðrir fjølmiðlar.
Hann sigst at eiga sjey børn, 14 abbabørn, 25 langabbabørn og 13 oldurabbabørn.
Jiroemon Kimura var føddur 19. apríl 1897 og hann var postmaður alt lívið.
Tá ið hann fór frá hjálpti hann einum soni á bóndagarðinum til hann var eini 90 ár.
Skyldfólk hjá honum hava sagt í samrøðu við miðlarnar, at hann hevði eina heilt serstaka lívskraft og vilja at liva.
Sjálvur hevði hann onga ávísa uppskrift upp á, hví hann var blivin so gamal, men hann hann hevur ikki etið so nógv.
Í japan er eisini ein kvinna, sum er 115 ára gomul og nú verður tað helst hon, sum fær heiðurin av at vera elsta fólk í heimi.