Bilstøðin Auto í Havn fyllir 60 ár í dag 17. desember. Støðin varð stovnað sum P/F Taxa tann 17. december 1952.
Støðin helt fyrstu árini til í Lucas Debesargøtu og síðan í Kongagøtu. Í 1955 skifti støðin navn til Auto og hevur hildið til við Niels Finsengøtu síðan 1956. Í Auto koyra í dag 31 bilar og umleið 40 ársverk eru á støðini. Í sambandi við 60 ára stovningardagin flagga allir bilarnir hjá støðini, og um eftirmiddagin verður opið hús við kaffi og køkum í Auto.