ar helt Páll Isholm, borgarstjóri, røðu fyri henni. Hann fegnaðist um, at ung gøtufólk gera vart við seg uttanlands. Hann helt orsøkina vera at tey leita fram møgulleikarnar heldur enn at síggja foringarnar, hóast umstøðurnar ikki altíð eru sum man kann ynskja sær.
Oluffa Hammer, leiðari fyri Føroya Sparikassa í Gøtu, handaði Elspu eina peningagávu.
Ítróttarfólk eru hetjurnar í okkara tíð tey, sum við góðum úrslitum og stundum við veruligum brøgdum vísa okkum, at tað loysir seg at stríðast og at berjast fyri einari søk, segði Oluffa í sínari røðu.










