Elspa og Bjørg í finaluni

Tvær føroyskar gentir vóru við í innleiðandi umførunum til finaluna í 100m rygg á Rodos í morgun. Báðar gjørdu bart, og svumu seg í finaluna.

 

Elspa Mørkøre vísti dygdir sínar við at smyrja allar av, og enda heili tvey sekund frammanfyri nummar tvey. Bjørg Seloy fekk eisini eina góða tíð á fimta plássi, og er tískil saman við Elspu klár at svimja finaluna, sum verður svomin kl.16.30 í dag.