Elspa gjørdi bart

Elspa Mørkøre, sum nú hevur tikið sess við árarnar, var sterkasta kvinnan av øllum, tá Havnar Róðrarfelag skipaði fyri kapping í inniróðri

Inniróður

Kappast varð í Eysturskúlanum í Havn, og hóast kappingin eitt skifti var í vanda vegna ov lítla undirtøku, so sótu kortini heilt nógv fólk við maskinurnar leygardagin.
Og hesi kundu staðfesta, at tað vóru tvey spildurnýggj andlit, sum vunnu seg á tindarnar í teimum báðum sterkastu bólkunum.
Í opna bólkinu hjá monnum var tað bara 16 ára gamli Sverri Sandberg Nielsen úr Miðvági, ið endaði fremstur. Og tað væl og virðiliga eisini, tí munurin aftur til næsta rógvaran var ikki minni enn 13 sekund.
Hjá kvinnunum var fyrrverandi elitusvimjarin, Elspa Mørkøre, stinnasti rógvarin. Hon hevur nú tikið ein steðg frá svimjingini, men fáur man ivast í, at venjingarstøðan framvegis er betur, enn hon er hjá teimum flestu, tó at hon fekk harða kapping frá Ránnvá Lava Olsen úr kappróðrarfelagnum NSÍ.