Í farnu viku setti Elspa Mørkøre nýggj føroyska met á 100 metra bringusvimjing, og við hesum hevur gøtugentan so ruddiliga staðfest, at hon er skjótasta føroyska kvinnan í hylinum. Elspa eigur nú øll metini á 100 metra teinunum, tó at seinasta tíðin enn ikki hevur fingið góðkenning frá SSF. Umframt metið á 100 metra bringu, svam Elspa eisini undir føroyska metið á 50 metra firvald.