Elspa á danska landsliðnum

Elspa Mørkøre er nú úttikin til danska svimjilandsliðið

Dimmalætting skrivaði fríggjadagin, at Elspa í farnu viku fekk bræv frá danska svimjisambandinum, og har varð sagt, at tíðin hjá henni í 50 metra rygg var nóg góð danska landsliðið. Elspa svam teinin í 29,67 sekundum. Elspa gjørdi í vetur av at flyta til Danmarkar, so hon kundi royna at vinna seg á danska landsliðið. Hon svimur fyri West Swim í Esbjerg.