Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sigur, at tað verður als ikki góðtikið at seta eina felags leiðslu fyri øll trý sjúkrahúsini.
Tað var Kaj Leo Holm Johannesen, sum festi eld í krútið, tá hann á fundi hjá Føroya Væl í Havnini í farnu viku segði, at eftir hansara tykki, var tað einasta rætta at seta eina felags leiðslu fyri sjúkrahúsini.
Hetta hevur fingið politikkarar úr Norðoyggjum at ressast við. Bjørn Kalsø tók til mótmæli móti floksleiðara sínum í gjár, meðan Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna fyri hin stóra samgonguflokkin, Fólkaflokkin, loysir frá posabandinum í dag.
- Fyrst Javnaðarflokkurin og nú løgmaður ynskja eina leiðslu fyri øll sjúkrahúsini. Tað kemur ikki uppá tal. Tað er ikki her trupulleikin er, skrivar løgtingskvinnan í lesarabrævi og vil vera við, at sjúklinganøgdsemi í Klaksvík er tað hægsta í landinum.
- At seta eina leiðslu í Havn fyri øll trí sjúkrahúsini kann fara at gera enda á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, skrivar Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.
Løgtingskvinnan hjá Fólkaflokkinum sigur, at hon er troytt av at hoyra, at serfrøðin skal taka avgerðirnar, meðan politikkararnir skulu halda seg burtur.
- Serfrøðingar eru neyðugur eisini fyri politikkarar, men avgerðirnar taka politikkarar, skrivar hon og spyr, um politikkararnir eisini skulu halda fingrarnar burtur innan fiskivinnuna, landbúnaðin, skúlaverkið og rúsdrekkapolitikkin.
- Skulu politikarnir bara setast út á eitt síðuspor her eisini, tí teir ikki hava skil fyri landbúnaði og skúlaskapi, spyr hon.
- Ein kundi blivi við, men tað liggur heilt fast, at politikarnir eru valdir til at taka avgerðir, sum tæna heildini. Serfrøðin skal altíð hoyrast og verður eisini hoyrd. Men gloymið ikki, tað eru politikarnir, sum taka avgerðirnar. Tað eru vit vald til. Tað er okkara ábyrgd, skrivar Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.
- Vit politikkarar skulu lurta eftir teirra ymsu sjónarmiðum, og so taka tað støðu, sum tænir heildini best, sigur hon at enda.










