Elsebeth er best kend frá Idé Møblar, har hon hevur starvast í meira enn helvtina av lívi sínum.
Elsebeth er fødd og uppvaksin á Eiði. Hon flutti til Havnar í 1971, har hon fekk starv á bommvirkinum hjá Frants Restorff. Hon arbeiddi seinni á reinsarínum Ruba og Radio-el. Eisini arbeiddi hon í nøkur ár á posthúsinum í Havn, til hon saman við manninum í 1979 stovnaði handlilsfyritøkuna Idé Møblar, sum kundi halda 25 ára jubileum í fjør.
Tá ógvusliga fíggjarkreppan rakti føroyska búskapin fyrst í 90-unum, fór Idé Møblar, sum so nógvar aðrar fyritøkur, á húsagang í 1990. Eftir húsagangin tók Elsebeth róður í hond og byrjaði aftur á várið í 1991, og bleiv hon stjóri í fyritøkuni, og er hon tað enn.
Hetta hevur hon klárað meistarliga. Upp á rekordtíð hevur hon á sín stilla og lítlætna hátt, saman við manninum, leitt fyritøkuna burtur úr nærum ongum til at verða millum sterkastu og best riknu handilsfyritøkur í landinum í dag.
Elsebeth hevur góð evnir sum leiðari, hon er skilagóð, trúføst, álítandi og miðvís í øllum tí, sum hon tekst við, tí føla starvsfólkini, og øll sum hon annars samstarvar við, seg trygg saman við henni og trívast eisini sera væl undir hennara leiðslu. Eisini viðskiftafólkini eru glað og føla seg væl at koma at keypa í fyritøkuni. Besta prógv um hetta er, at viðskiftafólkini hava valt fyritøkuna til ársins handil 3 ár á rað.
Elsebeth er ein Gudsóttandi kvinna, og hevur hon Hann við í øllum teimum avgerðum, sum hon tekur. Hon er heldur heldur ikki bangin fyri at geva Honum heiðurin fyri tann viðvind, sum henni og hennara hava verið fyri, eisini síðani kreppuna.
Nógv minnast hana enn, eftir húsagangin í 1990, har hon saman við eldru dóttrini í kavanum stóð í gongugøtuni í Havn og seldi jólatrø. Ja, tað er nærmast eitt undur, tann mennig og viðvindur hon hevur haft og upplivað upp á so stutta tíð.
Elsebeth er eisini ógvuliga familjukær, hon gongur høgt upp í at famljan trívist og hevur tað gott. Hon er yngst av teimum trimum børnunum hjá Olbanu og Hans Jacob Eiðisgarð í Eiði. Hini systkini eru Signy Mørkøre og Thorleif Eiðisgarð, sum bæði búgva á Eiði.
Elsebeth er gift Birgiri Andreasen, ið er ættaður av Oyrabakka. Tey eiga tvær døtur: Joan, sum 24 ára gomul og býr í Keypmannahavn, og Beintu, sum er 15 ára gomul.
Føðingardagin er Elsebeth burturstødd saman við familjuni.
x.