Elsa og Birgit í Smiðjuni

FRAMSÝNING

Komandi fríggjadag klokkan 14 letur upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík við Susanne Hansen úr Esbjerg og Elsu Zachariasen og Birgit Kirke úr Havn.

Tær sýna fram málningar og skulpturar. Tað at Elsa og Birgit eru ættaðar úr Føroyum sæst aftur í málningunum. Málningarnir eru bæði naturalistiskir og abstraktir, og hava serstakan íblástur úr føroysku náttúruni, har ljósið og landslagið er sermerkt.

Skulpturarnir er lívsmyndir gjørdir úr endurnýtslutilfari.

Framsýningin er opin til og við týsdagin 11. august. Allar dagar er opið frá klokkan 14 til klokkan 18.