Elsa Maria er troytt av grátikonunum á vøllunum

Elsa Maria Magnusardóttir Olsen heldur at sereyðkenni við HM endaspælinum í Brasil hevur verið tær mongu grátikonurnar á vøllunum.

Elsa Maria Magnusardóttir Olsen, ið fyri stuttum hevði ein av høvuðsleiklutunum í “Oliver Twist” og sum fyri áður hevur leikt við í “E elski Førjar”, væntar at Týskland vinnur sannførandi í HM finaluni.

 

Harafturat er hon troytt av øllum grátikonunum á fótbóltsvøllunum.

 

 

Sunnukvøldið spæla Argentina og Týskland HM finalu. Hvør væntar tú vinnur finaluna og hví?

- Eg ivist ikki eina løtu at týska maskinan, elegant og kontant, fer at koyra argentinar um koll. Trúgvi ikki ordiliga uppá Argentina. Argentinar hava Messi, men teir hava t.d ikki ein málverja, sum Neuer, Muller, Klose, Otzil, Kroos osv. Neuer hevur verið ein fragd at hugt eftir, bæði so og so. Heimsins besti, uttan iva.

 

Nú tá kappingin nærkast endanum, hvønn sært tú so sum tað stóra yvirraskilsi til hetta HM endaspælið?

- Kosta Rika.

 

Og hvat lið hevur verið tað størsta vónbrotið?

 - Spania! Men hatta er tað, tá mann koyrur í sama geari og við sama fólki, ístaðinfyri at loyva øðrum framat, tá er altso ongin útvikling.

 

Nakað heilt annað - seinast vóru tað hasi vælsignaðu vuvuzela hornini, sum á ein hátt var sereyðkenni. Í ár er tað í den grad allar grátikonirnar á vøllunum - hvat sker fyri tí? Tøsir!