Elsa Margretha Frederiksen 90 ár

Í gjár, mikudagin 23. apríl, fylti Elsa Margretha Frederiksen í Miðvági 90 ár.

Elsa Margretha er fødd og uppvaksin í Miðvági. Hon er dóttir Alith og Joen Paula Ellefsen, í Miðvági. Hon giftist við Edvard Frederiksen úr Miðvági, og fingu tey fimm børn, tey eru: Joen Pauli, John, Anni, Árni og Regin. Edvard doyði í 1984. Hóast høga aldurin livir Elsa Margretha væl, hon eigur 21 ommubørn og 26 langommubørn.