Elsa: Gott at kvinnur døma kvinnur

Føroysk fótbóltssøga verður skrivað leygardagin, tá kvinnufinalan í steypakappingini í fótbólti verður spæld, tí tá verður øll dómarakvartettin mannað við kvinnum.



Elsa Andreasen skal døma finaluna, hjálpardómarar vera Oda Andreasen og Laila S. Midjord, meðan Heidi Lava Elgeirsdóttir verður 4. dómari

 

Elsa Andreasen heldur, at rætta leiðin er, at kvinnur døma kvinnur, og hon vónar at síggja fleiri kvinnur í dómarabúnanum komandi árini.

 

Undir myndini ber til at hoyra eina ljóðsamrøðu við Elsu Andreasen.