Rógvararnir á danska landsliðnum í rógving skulu hava heilsugóðan kost, nú teir skulu rógva til OL í Japan síðst í mánaðinum. Tað er føroyska Elsa Sandberg Nielsen, sum við fyritøku síni Matbitanum skal syrgja fyri, at teir fáa rætta kostin. Í tvær vikur hevur hon verið við landsliðnum á venjingarlegu í japanska Ogata.
Elsa er systir navnframa føroyska rógvaran Sverra Sandberg Nielsen, sum fyri fyrstu ferð skal rógva til OL fyri Danmark. Og tað er ígjøgnum beiggjan, at hetta samstarvið millum Matbitan og OL-landsliðið er komið í lag.
– Tey vildu gjarna hava onkran við fyri at tryggja røttu føðina til rógvararnar. Sverri skeyt meg upp til uppgávuna, og síðan fyrst í 2020 havi eg sitið og fyrireikað til hetta, fortelur Elsa Sandberg Nielsen.
Les longri samrøðu við hana um hetta í blaðnum Summar, sum er við í nýggjasta Sosialinum.