Vit hava eina upplýsing, um myndina “Tíðarmynd frá 30 ununum” í sosialinum nr. 103.
Frá einum lesara hava vit fingið at vita, at konan til høgru á myndini æt Elsa Jacobina Carlsen, fødd 7.11.1854. Hon var yngsta døttur Huldukarl, sum búði í Bringsnagøtu, yvirav Pæsastovu. Hon arbeiddi fiskaarbeiði hjá Evensen.
Í fólkateljingini frá 1911 býr hon í Tróndargøtu, har sum “Skarv” er. Hon búði eisini í Funningstovu. Foreldur hennara vóru Carl Frederik Joen-Petersen, f. 1812 og Susanna Sybilla, fødd Thomasdatter, av Velbastað, vanliga rópt Billa. 1815.
Tey vóru fýra systkin: Maren Sofie, g.v. Niklas á Kák, Andreassen (mamma Andreas Andreassen), Anne Frederikke (g.v. Vágaheina, Heina Johansen, úr Sandavági), Julianna (doyði ung, um 30 ár, um ár 1880), og Elsa Jacobina Carlsen.
Um onkur veit meira um hesa myndina, ella hevur okkurt at viðmerkja, er viðkomandi vælkomin at kontakta Annfinn Danielsen, sum eigur myndina, á telefon: 224124