Elsa Birgitta er 54 ára gomul, dóttir Elinborg, f. Samulesen, úr Havn og Poul E. Petersen úr Sørvági. Foreldrini vóru bæði lærarar og búðu í Havn. Hon tók læraraprógv í 1971 á Th. Langs Seminarium í Silkeborg. Hon var lærari í Danmark frá 1971-75 og í Runavíkar Skúla frá 1975 og settur deildarleiðari frá 1998-99. Umframt eftirútbúgvingarskeið, serliga í donskum, kristni og heimkunnleika til framhaldsdeildina, hevur hon eisini verið á ársskeiði í 1992-93. Elsa Birgitta var nevndarlimur í Føroya Lærarafelag frá 1980-84 og 1994-97 og formaður frá 1999-2003. Hon var nevndarlimur í Bókamiðsøluni frá 1982-85, nevndarlimur í bókmentanevnd Bókadeild Føroya Lærarafelags síðan 1996 og limur í skúlanevndini í Runavík frá 1992-96. Hon hevur skrivað skúlabøkurnar Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 1 og 2.










