Elsa Arge 60 ár

Leygardagin 17. januar fylti Elsa Arge í Havn 60 ár.

Elsa er úr Havn, dóttir Birthe Helene, f. Egholm, og Niels L. Arge, urmakara, bæði úr Havn.

Hon tók læraraprógv á N. Zahles Seminarium í 1966 og hevur verið lærari á venjingarskúlanum síðan 1977. Hon var á ársskeiði á Fróðskaparsetri Føroya í 1979-80 og hevur annars tikið ymisk skeið, serliga í donskum og týskum.

Elsa var gift við Hans Jacob Debes, professara, sála. Tey eiga børnini Per,
Elin, Súsonnu og Ólav.