Elrokning fyri desember send út av nýggjum

Kundar hjá SEV fáa rokningina fyri desember senda av nýggjum, tí villa er í rokingini, ið er send kundunum.

 

SEV skrivar soeliðis á sev.fo: 

 

Av misgáum er feilur í uppgerðini fyri elnýtsluna, sum kundar okkara hava fingið fyri desember 2023. Feilurin er rættaður, og nýggj rokning verður send út fyri elnýtsluna 1. – 31. desember 2023.

 

Hetta er ikki galdandi fyri tey, sum fáa rokningina við postinum.