Elprísir lækka

.

Á árliga umboðsnevndarfundinum fríggjadagin góðkendi umboðsnevndin rakstrar-, fíggjar- og byggiætlanina fyri 1998.

Á triðja ári lækka elprísirnir - hesaferð við 3 oyrum/kWh. Elprísurin er ikki hækkaður seinastu 7 árini, og skal eitt vanligt húsarhald frá 1. januar 1998 rinda 1,27 kr./kWh ella tað sama, sum fyri 14 árum síðani, meðan ídnaðarin skal rinda 0,78 kr./kWh ella tað sama, sum fyri 17 árum síðani. Nevndu elprísir eru uttan MVG.

Í løgurnar í 1998 verða 80,1 mió. kr. harav 40 mió. til Eiði III.

Roknskapurin fyri 1996 varð eisini góðkendur. Rakstrarúrslitið eftir avskrivingar varð 15,2 mió. kr., og fíggjarstøðan pr. 31.12.1996 javnvigar við 584,3 mió. kr. Langfreistaða skuldin við árslok 1996 var 420,8 mió. kr.