Elprísurin hækkar 10 oyru

Ein greiður meiriluti av eigarunum av SEV samtykti fyri løtu síðani at hækka elprísin við 10 oyrum í 2012 + mvg.

Nevndin mælti til at hækka prísin 15 oyru, sum góðkenningarmyndugleikin, Jarðfeingi, frammanundan hevði boðað frá, at hann helt vera hóskandi.

Í upprunaligu umsóknini til Jarðfeingi søkti SEV annars um loyvi at hækka prísin við 25 oyrum.

Á eykaaðalfundinum fyrrapartin skeyt Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, kortini upp at hækka prísin 10 oyru. Hann vísti til døpru støðuna og útlitini í samfelagnum í løtuni.

Atkvøtt varð fyrst um tilmælið frá nevndini til um eina príshækkan upp á 15 oyru. Hetta uppskotið varð felt við 26 atkvøðum fyri og 39 ímóti.

Síðani varð atkvøtt um uppskotið hjá Heðini Mortensen um at hækka prísin 10 oyru og at sparingar skuldu gerast fyri 10 milliónir krónur, ístaðin fyri tær 5 mió., sum nevndin skeyt upp.

Hetta varð samtykt við við 45 atkvøðum fyri og 19 ímóti. Ein atkvøða var blonk.