Elon Musk, sum hevur stovnað elbilarisan Tesla, er kosin sum ársins persónur 2021 av amerikanska blaðnum Time.
Tað upplýsti Time fyrr í dag.
Elon Musk er heimsins ríkasti maður við eini ogn upp á umleið 1750 milliardir krónur.
Umframt Tesla hevur hann eisini rúmdarfelagið SpaceX.
Time hevur kosið ársins persón síðani 1927.
Heiðurin verður latin persóni, eini bólki, einum landi, einum felagsskapi ella einum hugskotið, sum hevur sett serligan dám – positivt ella negativt – á árið, sum fór.
/ritzau/
##med2##