Elna og Beinta døma í Moskva

Í hesum døgum eru altjóða dómararnir í estetiskum fimleiki, Elna Johannesen og Beinta Danielsen, í Moskva og døma World Cup-finalur.

 

Kappingin er á stóra olympiska leikvøllinum, sum liggur nærhendis miðbýnum í russiska høvuðsstaðnum, og við eru heimsins bestu fimleikarar, sum koma úr 11 ymsum lonudm.

 

Talan er um World Cup-finalurnar hjá unglingum og kvinnum, so hetta er ikki smávegis uppgáva, Elna og Beinta hava fingið.